Tey ungu hava ringa húð
Duga ikki at vera kul
Tey koyra runt á skutarum
Elska alt tey ikki kenna
Aftan á studentaprógv
Fara tey til India
At spara hvørja krónu
Kasta seg út í krisur
Men kanska er yngra ættarlið
Í veruleikanum nógv meira við
Enn landsins tungu dreingir
Og teirra drúgvu roynar
Tey bora ikki berghol
Tey koyra ongar langar turar
Tey eta ikki seyðahøvd
Í gomlum bondastovum
Tey eru sum í øðrum londum
Tosa onnur mannamál
Skíta á hvør er babs ella pins
Googla tað sum ikki finst
Ímeðan mamma pyntar stovuna
Við flottum prýðislutum
Og pápi lesur bløðini
Har ið lesarabrøv eru tíðindi
Er alt sum tað skal vera
Í húsinunm við ferð á?
Yngra ættarlið eru fyri seg
Á eina helt aðari planet
Góði harra tingmaður
Kunnu tey ikki fáa eitt stað at vera
Tey tíma ikki uttanlands nú
Og hava nógv meira visjón enn tú!