Tín rødd ferðast runt húsini sum eitt vælkent lag
Tíni orð hita mín kropp sum eitt heitt bað
Góða, eg eri øvundsúkur inn á teg
Tú dugir nógv betur at liva enn eg
Ár eftir ár - tú eldist í mær og leikir míni sár
Dag eftir dag - tú er eitt heilagt stað
Eg liggi eina svøvnleysa nátt í andvekri
Nógv betri enn ein góður dreymur er veruleikin
Tað ljóðar so væl tá ið tú sigur tað ábyrgdarfrítt
Tú kennir tað gráa ímillum svart og hvítt
Ár eftir ár - tú eldist í mær og lekir míni sár
Dag eftir dag - tú er eitt heilagt stað