Bóndin og risin leikaðu leik
Risin vann og bóndin veik
"Eg havi lúkað treytir mín'
Nú vil eg hava sonin tín
Eg vil hava sonin frá tær
Uttan tú goymir hann fyri mær."
"Heitið á Óðin Asakong
Tá man goymslan gerðast long."
Hvat skal mær harpan
Undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær
Á onnur lond
"Eg vildi, mín Óðin veri til
Undir míni hond
Vita hvussu goymslan ganga vil."
Á onnur lond
"Hoyr tú Óðin, eg tali til tín
Undir míni hond
Tú skalt goyma sonin mín."
Á onnur lond
Fyri eystan flugu svanir tveir
Undir míni hond
Niður hjá Hønir settust teir
Á onnur lond
Hønir biður nú vera svein
Undir míni hond
Mitt í knokki fjøður ein
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan
Undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær
Á onnur lond
Áður enn teir høvdu hálvtalað orð
Undir míni hond
Tá var Lokki inn fyri borð
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan
Undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær
Á onnur lond
"Tú veitst einki av mínari neyð
Undir míni hond
Skrímslið ætlar mín sonar deyð
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan
Undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær
Á onnur lond
Lokki rør á igsta klakk
Undir míni hond
So er í fornum frøði sagt
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan
Undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær
Á onnur lond
"Her er ungi alvi tín
Undir míni hond
Nú er uppi goymslan mín."
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan
Undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær
Á onnur lond
Lokka táttur was written by Heri Joensen & Traditional.
Lokka táttur was produced by Týr.